Hvalastøðin við Áir



Í 2011 varð farið undir arbeiðið at varðveita hvalastøðina við Áir.

Hvalastøðin hevur ligið still síðan 1984, tá seinasti hvalurin var drigin upp á støðini. Tað er onki at ivast í, at hvalastøðin hevur havt stóran týdning fyri fólkið í Sundalagnum, og at hon er varðveitingarverd. Tað er tí at fegnast um, at peningur varð játtaður so gongd kundi fáast á arbeiði at varðveita hvalastøðina við Áir, og at Mentamálaráðið, Søvn Landsins og Sunda kommuna nú í felag virka fyri, at hvalastøðin aftur gerast ein virkin miðdepil í Sundalagnum – hesaferð sum savn og upplivingardepil.

Hvalastøðin við Áir er dømi um ídnaðarsamfelagið, tá tað tók seg upp og blómaði í 20. øld. Síðst í 1950-unum minkaði virksemið á hvalastøðini nógv til seinasti hvalurin kom upp á land í 1984 og hvalastøðin hevur staðið still.

Longu í 1982 varð víst á, at á hvalastøðini við Áir vóru mentanarsøgulig virði, ið áttu at verið varðveitt. Loyvi varð fingið til at savna leysar lutir og skrásetingar vórðu gjørdar av bygningum og økinum rundanum. Í 1989 samtykti Landsstýrið, at hvalastøðin eigur at verða varðveitt.

Í 2007 kom ávegis álit har mælt verður til, at hvalastøðin verður varðveitt sum sjóvinnusavn. Í 2011 vórðu skrásetingar og neyðturviligar umvælingar gjørdar á hvalastøðini. Nógv hevur verið at farið um, nú hvalastøðin hevur staðið still í so langa tíð, ogtað hevur avgjørt verið í síðstu løtu, at farið er undir varðveitingararbeiðið, tí fleiri av bygningunum hava verið í sera ringum standi. 

Á heysti 2011 skipaðu Søvn Landsins fyri væleydnaðum tiltaki, tá yvir 500 fólk vitjaðu hvalastøðina, ið hevði opið hús.

Arbeitt verður nú víðari við ætlanini um at skapa ein upplivingardepil við Áir, har hvalastøðin verður varðveitt sum savn og gerst partur av eini ætlan, har hvalastøðin við Áir aftur verður miðdepil – ein miðdepil fyri upplivingar, mentan, ferðavinnu og aðra vinnu.

Les meira um varðveitingina av hvalastøðini við Áir.  

Heinta álit um hvalastøðina við Áir:
Hvalastodinvidairmai2007.pdf(1.83 MB)

Heinta álit um hvalastøðina við Áir á enskum:
hvalastod2_EN.pdf(7.81 MB)